Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mortan Simonsen nýggjur fíggjarleiðari í Tórshavnar kommunu

Hann tók við starvinum tann 1. juli

Tórshavnar kommuna hevur fingið nýggjan fíggjarleiðara. Talan er um Mortan Simonsen, sum er nýggjur í starvinum.

Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skrivar, at Mortan er útbúgvin cand. polit., og hevur drúgvar royndir sum búskaparfrøðingur og leiðandi ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum.

Eisini hevur Mortan verið ráðgevi í Vinnuhúsinum, og eitt skifti ráðgevandi búskaparfrøðingur í egnum virki.

– Mortan hevur seinasta árið starvast sum fíggjarfulltrúi í teknisku fyrisiting í Tórshavnar kommunu, og frá 1. juli at rokna er hann settur í starv sum nýggjur fíggjarleiðari í Tórshavnar kommunu, skrivar kommunan.