Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fótbóltsskýlið um seinasta umfar undan summarsteðginum

Tikið var samanum dystirnar, ið hava verið í 16. umfari, umframt at mett var um komandi dystirnar. Onnur evni vórðu eisini viðgjørd í sendingini hesa ferð

Sigurjón Einarsson reikaði fyri og gestir vóru Heidi L. Elgeirsdóttir og Heðin Arge.

Gestirnir í Fótbóltsskýlinum viðgjørdu teir tríggjar dystirnar, sum hava verið í 16. umfari í Betrideildini við monnum, umframt at mett var um teir báðar dystirnar, sum vera um vikuskiftið.

Eisini tóku gestirnir stutt samanum kappingina, nú kappingin fer í summarfrí.

Eisini verður tosað eitt sindur um evropeisku dystirnar hjá B36, Víkingi og KÍ, ið vera í komandi viku.

Sendingin kann hoyrast her: