Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sea Shepherd Føroyar: Vit vera her og dokumentera skaðar á hvalir

Umleið 50 hval løgdu beinini í Syðrugøtu

– Manningin hjá okkum verður her at dokumentera skaðarnar, ið hvalirnir hava fingið. Hvalir, ið ongantíð fingu møguleikan at liva “tað fría lívið”.

Soleiðis skrivar Sea Shepherd Føroyar á sínum Facebook-vanga eftir drápið í Syðrugøtu í morgun.

Umleið 50 hval løgdu beinini í Syðrugøtu, har eisini grindaøki varð lýst í samband við drápið. Hóast tað, so hava fólk frá djóraverndarfelagsskapinum verið inni á økinum og tikið nakrar myndir frá drápinum.

Hvalirnir verða nú sleipaðir til Norðragøtu, har teir verða máldir og merktir, og síðan kunnu teir skerast upp, tá seðlarnir koma út.

(Mynd: Sea Shepherd)