Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hanin á fronsku blusuni

Í dag bera fransmenn stoltir hanan á bringuni, men hanin hevur eisini viðhvørt verið skýggjaður.

Í okkara kristna parti av heiminum hevur hanin ein týðandi leiklut. Í evangeliinum eftir Matteus stendur soleiðis í kapitli 26 vers 34:

v34 Jesus segði við hann: “Sanniliga sigi eg tær: í hesi nátt, áðrenn hanin gelur, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir.”

Og í versunum 73-75 í sama kapitli:

v75 Men eina løtu seinni komu teir at, ið har stóðu, og søgdu við Pætur: “Jú víst ert tú eisini ein av teimum; tí at tú kenst jú eisini á málinum.” v74 Tá tók hann at banna og svørja: “Eg kenni ikki tann mannin.” Og í tí sama gól hanin. v75 Og orð Jesu runnu Pæturi í hug, at hann hevði sagt: “Áðrenn hanin gelur, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir.” Og hann fór útum og græt sárliga.

Í 9. øld álegði Nicholas pávi I, at allar franskar kirkjur skuldu fáa veðurhanar sum eina áminning um avnoktan Pæturs í sambandi við Jesu líðing. Veðurhanarnir eru framvegis sjónligir á fronsku kirkjunum.

Í miðøldini fekk hanin uppaftur størri týdning, tí latínska heitið gallus, sum merkir hani, og Gallus, sum skipar til íbúgvarnar í Gallia (Frakland, Belgia og partar av Sveis, Týsklandi og Norðuritalia) er einsljóðandi. At byrja við brúktu fíggindarnir heitið sum háð og spott, men hanin minti fraklendingar á, at myrkrið vinnur á ljósinum, at tað góða sigrar á tí ónda og hanin skrólar eitt sigursróp hvønn morgun. Samstundis vísa bíbliuversini á, at hin kristni má vera árvakin og hava tilvit, tá Jesus kemur aftur.

Hanin var sjónligur undir fronsku kollveltingini í 1789, men Napoleon Bonaparte helt kortini lítið um hanan, tí hann ynskti heldur at leggja dent á keisaraligu ørnina. Hanin var rætt og slætt ov lítið mansligur í hansara hugaheimi. Undir triðja tjóðveldinum í Fraklandi (1870-1940) fekk hanin tó aftur uppreisn.

Les eisini...  BEINLEIÐIS á FM1 mikudagin: AB-07 Vestur og EB/Streymur-B36 klokkan 17 og Føroyar-Ukraina (EM-hondbóltur) klokkan 18.50

Franski skemtarin Coluche segði soleiðis um franska hanan sum tjóðarímynd: “Tí hanin er einasti fuglur, sum megnar at syngja, meðan hann sjálvur stendur í einum køsti.”

Franska grundlógin frá 1958 viðurkennir ikki galliska hanan sum trílitta flaggið, slagorðini (frælsi, javnstøða og brøðralag) og tjóðsangin, men fyri ítróttin verður hanin framvegis roknaður sum ein eydnulutur.

Galliski hanin sipar sostatt til fyrstu fronsku íbúgvarnar og franskmenn kenna seg aftur í dirvinum, í mótstøðuførinum og manndóminum, tá hanin verjir flokkin.