Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

RÓI OG SJÚRÐUR HAVA SKRIVAÐ SÁTTMÁLA

Tveir ungir leikarar, sum AB hevur sera góðar vónir til, hava skrivað sáttmála við AB.

Tveir ungir leikarar, sum AB hevur sera góðar vónir til, hava skrivað sáttmála við AB. Teir eru 17 ára gamli Rói Høgnason Wang og 16 ára gamli Sjúrður Henriksen, báðir úr árgangi 2007. Sáttmálarnir eru galdandi fram til kappingarársenda í 2025.

Hetta skrivar AB á sínum Facebook vanga.

Rói er ein høgur og sterkur verjuleikari, ið fyrst og fremst spælir í miðverjuni. Hann er uppvaksin í AB og spældi í fjør sínar fyrstu U17-landsdystir, har hann spældi tríggjar landsdystir.

Sjúrður er ein álopskendur miðvallari við sera góðum spælskili og tekniskum førleikum. Eins og Rói var hann eisini á U17-landsliðnum í fjør, har hann spældi heilar níggju landsdystir.

Báðir hava eisini tað til felags, at teir síðsta árið hava verið á ítróttareftirskúla hjá Holbæk Sportsakademi í Danmark. Her kláraði Sjúrður seg so væl, at hann bleiv valdur til ársins leikara á danska akademinum. Um Sjúrð Henriksen verður skrivað soleiðis á Instagram-vanganum hjá Holbæk Sportsakademi:

“Årets spiller går til en elev, som har udmærket sig ekstraordinært, ikke kun ved præstationer, men træningsparathed, træningsindsats og viljen for at gøre det ekstra for sig selv og sine holdkammerater til træning og i kampe. Årets spiller 2024 er Sjúrður Henriksen.”

Hóskvøldið fekk Sjúrður sínar fyrstu minuttir á besta mansliðnum, tá hann bleiv skiftur inn í sigrinum ímóti NSÍ í Runavík. Rói var á bonkinum, men tað gongur ivaleyst ikki long tíð, áðrenn hann eisini fær sín fyrsta dyst.

AB fegnast um at hava fingið tveir so dugnaligar, raskar og miðvísar spælarar heim aftur til okkum, og vit gleða okkum at síggja hesar ungu argjamenninar á besta liðnum hjá AB komandi árini.

Les eisini...  Býarverkfrøðingurin í Tórshavnar kommunu: - Trygdin hjá teimum sum arbeiða á Sundsvegnum skal vera í lagi

Á myndini eru Rói og Sjúrður avmyndaðir saman við høvuðsvenjara okkara, Øssuri Hansen.

AB ynskir Róa og Sjúrði hjartaliga til lukku við sáttmálunum! 💙❤️