Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Myndir: GNÍST í Nólsoy

Føroyskur tónleikur ljóðar úr øllum krókum í Nólsoy í dag, nú GNÍST, ársins tónleikafestivalur í Nólsoy, fór av bakkastokki.

Føroyskur tónleikur ljóðar úr øllum krókum í Nólsoy í dag, nú GNÍST, ársins tónleikafestivalur í Nólsoy, fór av bakkastokki.

Fólk í øllum aldri savnast til ein dag fyltan við tónleiki og góðum hýri, fólk sita á grasfløtuni og njóta løtuna ella standa tey og práta við onkrum drekkandi í hondini.

Huglagið er livandi og hugnaligt, og fjøldin er fjølbroytt, við bæði bygdafólki og gestum, ungum sum eldri.