Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bielsa varpaði Brazil út úr Copa América

Brotssparkskapping mátti til fyri at finna vinnaran.

Í februar 2022 fekk Marcelo Bielsa sekkin sum felagsstjóri hjá Leeds United, men summarið 2023 gjørdist hann landsliðsvenjari hjá Uruguay. Frammanundan hevði hann stjórnað heimlandinum, Argentina (1998-2004), og Chile (2007-2011). Hann gjørdist annar útlendingurin, sum fekk loyvi at stjórna Uruguay eftir landsmannin Daniel Passarella (2000-2001). Marcelo Bielsa hevur sáttmála fram til HM 2026, sum verður hildið í USA, Canada og Mexico.

Undir Copa América 2024 hevur gingið strúkandi hjá Uruguay, sum hevur vunnið 3-1 á Panama, 5-0 á Bolivia og 1-0 á USA. Uruguay hevði sostatt ongar trupulleikar av at vinna bólk C.

Í bólki D hevði Brazil hinvegin trupulleikar ímóti Costa Rica (0-0) og Colombia (1-1), men ein 4-1 sigur á Paraguay tryggjaði víðari luttøku í fjórðingsfinaluni ímóti Uruguay.

Støðan var framvegis 0-0, tá uruguayanski verjuleikarin, Nahitan Nández, fekk reyða kortið í 74. minutti, men Brazil megnaði ikki niðurbróta verjuna hjá Uruguay. Liðini noyddust tískil undir eina brotssparkskapping, tí tað er bara í finaluni, at longd leiktíð verður spæld undir Copa América 2024. José María Giménez brendi fyri Uruguay, men tað fekk ongan týdning, tí Éder Militão og Douglas Luiz brendu fyri Brazil. Uruguay sigraði sostatt við 10 monnum, hóast Brazil hevði meira enn eitt stórt korter við einum manni í yvirtali at avgera dystin.

Í hálvfinaluni skal Uruguay møta Colombia, sum vann 5-0 á Panama. Panama verður stjórnað av dansk-spanska Thomas Christiansen og higartil er tað bert Panama, sum hevur skorað ímóti Uruguay. Ein annar norðurlendingur, íslendingurin Heimir Hallgrímsson, hevur stjórnað Jamaica, men hevur sagt seg úr starvið orsakað av vánaligum úrslitum.

Les eisini...  Kongshjúnavitjanin útsett

Í 2004 tapti Marcelo Bielsa Copa América finaluna fyri Brazil við Argentina upp á júst brotssparkskapping.