Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eisini hálvfinalur í Copa América 2024

Avgerandi dystir komandi vikuna í Copa América 2024.

Meðan europearar fylgja EM 2024 í Týsklandi, so verður eisini kappast um Copa América. Kappingin anno 2024 er nakað heilt serligt, tí suðuramerikanska fótbóltssamgongan, CONMEBOL, og norðuramerikanska fótbóltssamgongan, CONCACAF, hava fingið samstarv í lag. Kappingin er ein upphiting til HM 2026, sum USA, Mexico og Canada skulu skipa fyri.

Hetta er aðruferð, at USA skipar fyri Copa América, tí USA var eisini vertstjóð fyri hundraðára kappingini í 2016. Hesa ferð eru 16 lond við frá tveimum meginlondum; 10 úr og Suðuramerika og 6 úr Norðuramerika. Ein onnur broyting er eisini, at tað er bara longd leiktíð í finaluni. Í hinum frásáldingardystunum verður leikt 90 minuttir og síðani beinleiðis til brotsspørk.

Í fjórðingsfinalunum í EM 2024 varð bert ein dystur avgjørdur eftir vanliga leiktíð og soleiðis hevur eisini verið undir Copa América. Hinir dystirnir eru endaðir í brotssparkskapping. Tað er bara Colombia, sum vann 5-0 á Panama, ið vann seg víðari eftir vanliga leiktíð. Argentina vann brotssparkskapping á Equador, Canada á Venezuela og Uruguay á Brazil.

Í fyrru hálvfinaluni møtast Argentina og Canada. Liðini møttust eisini í setanardystinum, har Argentina vann 2-0. Í hinari hálvfinaluni møtast Uruguay og Colombia.

Skráin, sum eftir er fyri Copa América 2024:

  • 10. juli kl. 1.00: Argentina og Canada
  • 11. juli kl. 1.00: Uruguay og Colombia
  • 13. juli kl. 1.00: Bronsudystur
  • 14. juli kl. 1.00: Finala

Allar tíðir kl. 1.00 um náttina.