Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Njósnarin segði nei takk til Manchester United

Hann skapti ongan røring í fótbóltsheiminum, men risti allan filmsheimin.

“Navnið er Bond, James Bond.” Tey flestu munnu kenna hann sum ein úrmæling á skíggjanum, men tey fægstu munnu vita, at hann eisini kundi verið yrkisleikari í fótbólti.

Sean Connery var føddur 25. august 1930 í Edinburgh í Skotlandi. Pápin var ein lívlangur fjeppari hjá Celtic og hevði hann við sær til dystir. Seinni gjørdist Sean Connery vinmaður hjá formanninum í Glasgow Rangers, David Murray, og tá skifti hann yvir. Sum ungur tókst hann við ymiskt fyrifallandi, harímillum spældi hann sjálvur fótbólt, hevði smáar leiklutir í leikhúsum og filmum, íðkaði kropsvenjing og var lastbilaførari.

Sean Connery spældi við Bonnyrigg Rose Athletic, sum tá var eitt parttíðarfelag í lægri skotsku deildunum. Blaðið The Dalkeith Advertiser, ið er heimahoyrandi í Edinburgh, skrivaði um ein Connelly, sum skoraði úr 28 metra fjarstøðu, tá lið hansara tapti 1-3 fyri Broxburn Athletic í 1951. Høgi høgri vongurin líktist burturúr. Talan var um Sean Connery, sum sostatt skoraði í Scottish Junior Cup.

Eaft Fife, sum tá spældi í skotsku 3. bestu deildini, bjóðaði honum ein royndardyst. “Eg spældi fyri Bonnyrigg Rose og fekk bjóðað ein royndardyst við East Fife. Tað passar. Celtic, passar ikki.” Hinvegin royndi Sir Matt Busby sjálvur at lokka unga sjónleikaran, sum tá bert arbeiddi hálva tíð, til Old Trafford. Tað var um somu tíð, sum Ian Fleming byrjaði at skriva vælumtóktu røðina um James Bond í 1953.

Ferðaliðið hjá Connery, South Pacific, var á upptøkuferð í Manchester og spældi ímóti einum ungum liði í grannalagnum, meðan Busby hugdi. Busby dámdi kropsligu styrkina, hann sá og bjóðaði beint eftir dystin høga skotanum ein sáttmála á £25 um vikuna. (Nú hevði £25 svarað til okkurt um £900 um vikuna).

Les eisini...  KÍ-Slovan Bratislava 1-2 (1-1) - Hoyr málini og samanumtøku hjá Jóan Paula Jacobsen

Sjálvur segði Sean Connery: “Eg hevði sera góðan hug at taka av, tí eg elskaði fótbólt, men eg var eisini greiður yvir, at ein fyrsta floks fótbóltsleikari hevði sæð sínar bestu dagar, tá hann var um 30 ára aldur, og eg var longu 23. Eg avgjørdi at gerast sjónleikari og tað vísti seg eisini at vera ein av mínum gløggastu avgerðum.”

Sean Connery andaðist 31. oktober 2020. Spurningur er so, um Manchester United hevði bjóðað honum blusuna við 007 á rygginum, men hann gjørdist tó heimsins kendasti njósnari.