Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bara liðformaðurin sleppur at tosa við dómaran

Tá føroysku liðini fara at spæla evropeiskar dystir í vikuni, so verður tað við einari broyting. Nú verður tað bara ein spælari á hvørjum liði, ið sleppur at tosa við dómaran, liðformenninir

Liðskipararnir verða teir einastu, sum sleppa at tosa við dómaran og umrøða eina avgerð undir dystum.

Hetta kunngjørdi UEFA í mai í ár, og hetta verður galdandi í komandi evropeisku kappingunum, sum B36, Víkingur og KÍ fara at taka lut í hesa vikuna.

Um onkur annar spælari, enn liðformaðurin, nærkast dómaranum í lyklastøðum, og vísir nøkur tekin um ónøgd ella vanvirðing, so verður viðkomandi spælari revsaður við gulum korti.

Broytingin í fótbóltslógini byrjaði at virka frá 1. juni í ár, og verður eisini nýtt til EM-endaspælið í Týsklandi.

Úr FSF frætta vit, at hendan broytingin ikki kemur í gildi í føroysku landskappingini fyrr enn til komandi kappingarár.

Eisini sigur umboð frá FSF við FM1, at er til dømis málverjin liðformaður á liðnum, so kann varaliðformaðurin tosa við dómaran, so málverjin ikki skal renna út úr málinum í tíð og ótíð at tosa við dómaran, um tað er eitthvørt, sum dómarin skal fáa at vita – á sømiligan hátt.

Á vøllinum fara vit at síggja tað soleiðis, at koyrir dómarin hondina aktivt fram sum eitt stopp-tekin, so skulu spælarar ikki koma nærri. Skal onkur støða tosast ígjøgnum, so verður tað ímillum liðformannin og dómaran.

Tó so, tosar dómarin aktivt við ein spælara, so kann hesin spælari svara aftur innanfyri galdandi reglar – ella við øðrum orðum – við at vísa virðing og brúka vanligt vit og skil.

Áskoðarar og spælarar skulu millum annað venja seg við hesa nýggja mannagongd:

Dómarin blæsur í floytuna og byrjar protokollina ‘bara liðskiparin’ við at brúka hetta nýggja signalið:

  • Dómarin lyftir báðar armarnar upp um høvdið og krossa teir við skøvningin
  • Eftir at hava krossað armarnar og flyta teir framman fyri kroppin við opnum lógvum í rørslu frameftir, so vísir dómarin, at spælararnir ikki mugu nærkast honum. Gera teir tað, so verður revsingin gult kort
Les eisini...  Arbeiðskvinnurnar eisini í verkfall