Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Leigubilsfyritøkur leggja eykagjald omaná vanliga prísin at koyra í Sandoyartunlinum

Vanliga kostar tað 300 krónur hjá leigubilum at koyra aftur og fram í Sandoyartunlinum, um tú hevur hald hjá tunnil.fo, men leigufeløgini taka heilt uppi á 560 krónur fyri ein túr aftur og fram í tunlinum

– Nakrar fyritøkur hava ein prís fyri ferðafólk, og ein annan fyri føroyingar, og tað er at gera mismun, og vísir kanska hvussu nakrar fyritøkur hugsa um ferðafólk. Tað er sum at ferðafólk verða sædd sum ein kúgv, ið skal mjólkast, og har standa fyritøkur omaná fyritøkur í kø fyri at mjólka av somu kúgv.

Soleiðis skrivar Michael Antony Charles Johannesen inni á Brúkarabólkinum, har hann hevur samlað prísir saman frá ymiskum fyritøkum, ið leiga bilar út

– Sum tú sært á yvirlitinum (yvirlitið sæst niðanfyri, jour.), so leggja leigubilsfyritøkurnar eykagjald omaná gjaldið hjá tunnil.fo. So hjá ferðafólki, og hjá føroyingum, sum leiga bil, so kostar tað ímillum 350-560 krónur at koma til og úr Sandoynni, skrivar hann inni í bólkinum.

Orsøkin til høgu prísirnar at koyra við leigubili í Sandoyartunlinum er, sambært Michael Antony, at nakrar fyritøkur siga, at tað krevur so nógv av umsiting, at hava hetta um hendi, og tí verður eitt eyka gjald sett omaná vanliga prísin.

– Orsaka, at eg grenji, men eg haldi hetta er so langt úti, sigur Michael Antony Charles Johannesen.

Tunnil.fo hevur hesar prísir at koyra í Sandoyartunlinum (Leigubilar): 300 kr t/r við haldi, 350kr t/r uttan hald.

Prísur hjá leigubilsfyritøkum at koyra tur/retur í Sandoyartunlinum:
Rent.fo = 500kr t/r
Avis.fo = 500kr t/r
62n.fo = 500 t/r (fann ikki prísin online, men ringdi)
Budget.fo = 500kr t/r
Unicar.fo = 350kr t/r
Carrent.fo = 500kr t/r(prísur ikki upplýstur online, men ringdi)
Comenorth = 500kr t/r
Artic Rental Cars = 470kr t/r
Justdrive.fo = 560kr t/r(prísur ikki upplýstur online, men ringdi)
Rentyourcar = 560kr t/r (prísur ikki upplýstur online, men ringdi)
GLH Cars Rental = 390kr t/r
Enterprise, Alamo, National = 500kr t/r (prísur ikki upplýstur online, men ringdi)

Les eisini...  Hoyr hálvfinalurnar í Firmakappingini

Uppslagið sæst her:

https://www.facebook.com/groups/505042587356336/posts/1187101075817147