Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Verkfallið hevur órógvað tunnilsarbeiðið

Tunlarnir Norður um Fjall skuldu, sambært sáttmálanum, verða lidnir og klárir at taka í nýtslu 1. desember í ár, men hetta dregur nakað út

Ætlanin var, at tað skuldi verða koyrandi í nýggju tunlunum Norður um Fjall fyri jól, men arbeiðið hevur verið seinkað vegna verkfallið, sum var í mai og í byrjanini av juni.

Sambært sáttmálanum, so skuldu tunlarnir Norður um Fjall verða lidnir 1. desember 2024, og alt bendi á, at tunlarnir fóru at verða lidnir til tíðina, men sambært deildarleiðaranum á verkætlanardeildini hjá Landsverki, Sigurð Ó. Vang, so hevur verkfallið seinkað arbeiðnum nakað.

– Tað fara at ganga nakrar vikur inn í nýggja árið, áðrenn tunlarnir Norður um Fjall eru lidnir, men vit koma við einum nærri dato í næstum, nær tunlarnir lata upp fyri ferðslu. Verkfallið órógvaði nakrar vikur, og tað er ymiskt sum skal ganga upp hjá arbeiðstakaranum og so framvegis, men arbeiðið gongur sína gongd nú, sigur Sigurð Ó. Vang við Kringvarpið.

Sambært verklagslógini, so koma Tunlarnir Norð um Fjall at kosta 522 milliónir krónur, og tann kostnaðurin fer at halda, sambært deildarleiðaranum á verkætlanardeildini í Landsverki, Sigurð Ó. Vang.

Talan er um tveir tunlar, tá tosað verður um tunlarnar Norður um Fjall, og hesir lata upp samstundis, tá arbeiðið er liðugt.