Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

298 hava í dag fingið tilboð um lestrarpláss

Lestrarskrivstovan hevur í dag boðið 298 umsøkjarum lestrarpláss á Fróðskaparsetri Føroya komandi lestrarár, og við vetrarupptøkuni er samlaða talið tí 323 lestrarpláss fyri árið 2024

Nú summarsins umsóknir eru viðgjørdar, hevur Lestrarskrivstovan í dag sent øllum umsøkjarum svar. Nøkur eru ikki skikkað og hava fingið noktandi svar, onnur eru komin á bíðilista, og so hava 298 skikkaðir umsøkjarar fingið tilboð um lestrarpláss. 

Bíðilisti er til fimm útbúgvingar, og fyri at sleppa inn á tær er kravið í minsta lagi hesi miðaltøl:

  • Fólkaskúlalærari  7,5
  • Sjúkrarøktarfrøði  7,1
  • Lívfrøði                  6,9
  • Mýlalívsvísindi      5,2
  • Námsfrøði             3,2 

Niðanfyri er yvirlit, sum vísir tal á umsóknum og tal á bjóðaðum lestrarplássum til einstøku útbúgvingarnar.

Á summum útbúgvingum eru lestrarplássini fleiri í tali enn talið á umsóknum, og ein grund er til tað. Umsøkjaratalið verður gjørt upp eftir fremstu raðfesting hjá umsøkjarunum, og fleiri hava fingið tilboð um lestrarpláss á tí útbúgvingini, sum tey hava valt sum sína aðru raðfesting í umsóknini. Hetta er til dømis galdandi fyri námsfrøði, har 54 hava fingið í boði eitt lestrarpláss, hóast bara 39 umsøkjarar valdu námsfrøði sum fremstu raðfesting.

BachelorUmsóknirBjóðað pláss
2024
Sjúkrarøktarfrøði, summar4025
Sjúkrarøktarfrøði, vetur4225
Føroyskt1417
Fólkaskúlalærari7335
Námsfrøðingur3954
KT-verkfrøði1514
Diplom í webmenning31
Søga69
Stjórnmálafrøði1517
Samfelagsvísindi88
Búskaparfrøði og virkisfrøði2428
Lívfrøði & Mýlalívsvísindi3024
   
Bachelor tilsamans309257
   
Hjánám  
2024
Føroyskt44
   
Hjánám tilsamans44
   
Master  
2024
Heilsuvísindi2827
Søga32
Samfelagsvísindi og stjórnmálafrøði1616
Embætisprógv í lóg1312
Føroyskt65
   
Master tilsamans6662
   
Tilsamans379323

Tey 298, sum hava fingið tilboð um lestrarpláss, hava nú freist til klokkan 24:00 tann 1. august til at vátta, at tey taka av plássinum. Eftir hetta verður lýst við møguligum tøkum lestrarplássum. 

Les eisini...  Rakel vann fyrsta HM heiðursmerki fyri Føroyar

Lestrarárið á Fróðskaparsetri Føroya byrjar annars 19. august 2024.

Lesið eitt sindur meira um tað her.

Kelda: setur.fo