Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Elsa Maria søgd upp av órøttum

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur ógildað uppsøgnina hjá Elsu Maria Holm Olsen, tí samsvar er ikki ímillum uppsøgnina og ætlaða bygnaðarbroytingina á Glasi

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur ógildað avgerðina hjá Unu Joensen, rektara á Glasi, at siga útbúgvingarstjóran, Elsu Mariu Holm Olsen, úr starvi. 

Tað skrivar Kringvarpið, ið hevur fingið innlit í málið.

Rektarin boðaði Elsu Mariu frá í januar 2023, at stjórastarvið á gymnasialum miðnámi fór at verða niðurlagt í samband við bygnaðarbroytingar, og 28. februar fekk Elsa Maria Holm Olsen endaligu uppsøgnina. 

Men hesa avgerð hevur Barna- og útbúgvingarmálaráðið nú ógildað.

– Barna- og útbúgvingarmálaráðið metir, at grundgevingin fyri uppsøgnini av Elsu Maria ikki rímiliga kann grundast á bygnaðarbroytingar, tá ætlanin er at víðka um virksemi, samstundis sum mett var, at tørvur var á at siga Elsu Maria úr starvi. Bygnaðarbroytingarnar vóru ikki liðugt viðgjørdar sambært ætlanunum 28. februar 2023, og tí var ikki møguleiki fyri á uppsagnartíðspunktinum at meta um tørvin á starvsfólkum á Glasi. Grundgevingin fyri avgerðini um uppsøgn kann tí ikki rímiliga grundast á bygnaðarbroytingar, og hon er tí ósaklig, skrivar aðalráðið í niðurstøðuni.

Sakførarin hjá Elsu Mariu Holm Olsen, Jógvan Elias Winther Poulsen, sigur við Kringvarpið, at nú verður umrøtt, hvat víðari skal henda við málinum, men at arbeitt verður við einari uppgerð við skúlan, har útbúgvingarstjórin fær eitt rímiligt endurgjald fyri tíðina, hon ikki hevur verið á Glasi, hóast hon í prinsippinum enn hevur havt sítt arbeiði har.