Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jann: Vit hava hugt eftir hvar vit kunnu revsa teir

Liðformaðurin hjá B36 sigur, at spælararnir hava hugt eftir mótstøðuliðnum í annaðkvøld

– Vit hava hugt eftir dystum hjá Auda, hvat teir eru góðir til, og so hava vit eisini hugt eftir, hvar vit kunnu revsa teir.

Tað sigur liðformaðurin hjá B36, Jann Julin Benjaminsen, við FM1, nú liðið fyrireikar seg til dystin móti Auda í annaðkvøld.

FM1 sigur frá dystinum millum FK Auda og B36 í annaðkvøld, og Trygvi Absalonsen verður frásøgumaður.

Hoyr samrøðu við Jann Benjaminsen her:

Løgtingsmaðurin Uni Holm Johannesen, sum eisini situr í nevndini í B36, var orðstýrari til tíðindafundin, ið varð hildin á gistingarhúsinum, har B36 viðhaldsfólk halda til

(Myndir: B36)