Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgmaður sent Keir Starmer lukkuynski

Í brævinum sigur Føroya Løgmaður millum annað, at Føroyar virðismeta góða sambandið við Bretland

Aksel V. Johannesen løgmaður sendi í gjár, vegna Føroya fólk og landsstýrið, nývalda bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer, lukkuynski.

Í brævinum sigur løgmaður millum annað, at Føroyar virðismeta góða sambandið við Bretland, og at økt samstarv millum londini kann vera við til at styrkja um støðufesti og framburð í Norðuratlantshavi. 

Sunnudagin helt nýggi forsætisráðharrin tíðindafund, har hann millum annað segði, at hann líka skuldi venja seg við, at hann nú er forsætisráðharri.

– Eg eri sera glaður fyri at verða kallaður Keir ella forsætisráðharri. Kalla meg bara Keir, segði hann á sínum fyrsta tíðindafundi í Downing Street. Nýggi bretski forsætisráðharrin hevur ein “Sir” tittul, og forsætisráðharrin var skjótur at svara aftur, tá tíðindamaður byrjaði við at siga: “Sir Keir”.

Miðlarnir í Bretlandi vóru skjótir at vísa á, at Keir Starmer við hesari útsøgnini roynir at gera “ein Tony Blair”, ið eisini hevur ein “Sir” tittul, sum á sínum fyrsta stjórnarfundi í 1997 segði við sínar ráðharrar: “Kalla meg bara Tony.”

Brævið frá løgmanni kann lesast her.