Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Magne: Vit hava havt eina góða venjingarviku

B36 er í Riga og fyrireikar seg til dystin móti Auda, ið verður í annaðkvøld

– Vit hava nógvar fingið nógvar upplýsingar um FK Auda, so vit hava fyrireika okkum væl. Liðið hevur góðar einstaklingar, men liðið er kanska ikki so væl samanspælt.

Tað sigur venjarin hjá B36, Magne Hoseth, nú B36 er í lettiska høvuðsstaðnum, Riga, har seinastu fyrireikingarnar eru til dystin í annaðkvøld.

Magne Hoseth sigur, at tað er eitt sindur óvist, hvussu góð fótbóltsdeildin er í Lettlandi, men at har eru nakrir góðir fótbóltsspælarar.

– Vit mugu spæla okkara spæl, og so mugu vit síggja, hvussu langt tað kann røkka. Allir spælarar eru tøkir, men Mihau (Michael Przybylski, jour.) hevur ein lítlan skaða at dragast við, men vit vóna, at hann verður klárur, greiðir B36 venjarin frá fyri FM1.

Auda liggur í løtuni nummar seks í bestu deildini í Lettlandi, Virsliga. Í fjør endaði í fjør á triðja plássi í deildini, men árið fyri – í 2022 – vann Auda steypakappingina í Lettlandi, sum er einasti heiður, ið felagið hevur fingið í 55 ára gomlu søguni hjá felagnum, sum heldur til beint sunnanfyri høvuðsstaðin í Lettlandi, Riga.

FM1 fer at siga frá dystinum millum FK Auda og B36, og Trygvi Absalonsen verður frásøgumaður.

Hoyr samrøðu við Magne Hoseth her: