Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Rebekka: Vit hava nakað at løna aftur

Kvinnulandsliðið fyrireikar seg til EM-undankappingardystirnar móti Montenegro og Andorra. FSF Varpið hevur tosað við Rebekku Fjallsá Benbakoura, sum vónar, at tær kunnu hevna tapið fyri Montenegro fyrr í ár

Komandi fríggjadag klokkan 16:45 skal føroyska A-landsliðið við kvinnum aftur í eldin, tá Montenegro kemur á vitjan á Tórsvølli. Seinni dysturin í hesum umfarinum verður týsdagin í næstu viku, og verður tað á útivølli móti Andorra.

Ein av teimum, ið aftur hesaferð myndar føroyska hópin, er Rebekka Fjallsá Benbakoura, ið hevur spælt 18 A-landsdystir fyri Føroyar.

Seinnapartin mánadagin var fyrsta venjingin á skánni, og áðrenn tær av álvara fóru í gongd, fekk FSF Varpið orðið á Rebekku, ið millum annað sigur, at hon vónar at tær kunnu hevna tapið fyri Montenegro fyrr í ár, hóast tær eru greiðar yvir, at hetta allarhelst er besta liðið í bólkinum, ið nú kemur til Føroya.

Liðini hittust eisini í mars í ár, og tann dystin vann Montenegro 5-1, eftir at Sunniva Willemoes annars hevði lagt Føroyar á odda 1-0 við góðum langskoti.