Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tyrla mátti eftir ferðafólki á reikferðaskipi

Maður gjørdist illa fyri umborð

Ein maður gjørdist illa fyri umborð á reikferðaskipinum Azamara Quest í gjár, tá skipið var statt umleið 120 fjórðingar í ein útnyrðing úr Føroyum.

MRCC fekk boðini beint fyri døgurða í gjár, tá skiparin boðaði frá, at ein maður bleiv blivin illa fyri umborð.

Tyrlan varð send eftir manninum, sum bleiv fluttur á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar. Konan kom eisini við tyrluni.

Ferðin var drúgv, tí tað tók umleið hálvan triðja tíma at flúgva eftir manninum, og til tyrlan lendi á tyrlupallinum við Landssjúkrahúsið.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi visti ikki at siga, hvussu støðan var hjá manninum, sum varð fluttur av skipinum.

Azamara Quest var á veg til Runavíkar úr Seyðisfirði. Skipið kom á Runavíkina í morgun, og liggur nú við kei í Kongshavn í Saltangará.

Skipið tekur umleið 800 ferðafólk, og mansskapið telir 400. Azamara Quest er heimahoyrandi á Malta.

(Mynd: Hanna Einarsson Nielsen)