Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Árni fegnast um sigurin og málini – men er ikki nøgdur við spælið

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Regin Sivertsen siga frá báðum málunum Árni Frederiksberg skoraði móti Differdange í 2-0 sigrinum hjá KÍ á vøllinum við Djúpumýru í fyrra dystinum í fyrsta undanumfarinum í Champions League undankappingini. Hoyr Regin taka samanum dystin og avrikið. Regin sigur seg hava góðar vónir til seinna dystin á útivølli. Hoyr eisini samrøðuna Trygvi gjørdi við tvímálsskjúttan hjá KÍ, Árna Frederiksberg, ið fegnast um sigurin og málini, men sjálvatfinningarsamt ikki er nøgdur við spælið í kvøld: – Tað eru 90 harðir minuttir eftir í Luksemborg. Undirstrikar Árni. Rúni prátaði eisini við Odmar Færø, ið gjørdi comeback fyri KÍ í seinna hálvleiki aftaná drúgva skaðafráveru. Odmar fegnast stórliga um móttøkuna hann fekk, tá hann kom á vøllin.

Myndir: Rúni á Reynatrøð.