Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Beinleiðis á FM1 í kvøld: Klokkan 19: KÍ-Differdange og klokkan 20: FK Auda-B36

Tað verður eitt stórt evropeiskt fótbóltskvøld á FM1 í kvøld. Klokkan 19 fer Rúni á Reynatrøð saman við viðmerkjaranum, Regini Sivertsen at siga beinleiðis frá fyrra dystinum í fyrsta undanumfarinum í Champions League. Við Djúpumýru í Klaksvík hittast KÍ og luksemborgsku meistararnar, Differdange. Klokkan 20 byrjar frásøgnin hjá Trygva Absalonsen, ið fer at siga frá fyrra dystinum millum FK Auda og B36 í fyrsta undanumfarinum í Conference League undankappingini. Dysturin verður leiktur á Skonto leikvøllinum í Riga. Sendingin byrjar aftaná tíðindasendingina klokkan 18.30.