Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eitt sindur um fótbóltsspælið í Luxembourg

Mótstøðuliðið hjá KÍ.

Í 1899 legði ein ávísur Henri Baclesse lunnar undir fótbóltsspælið í Luxembourg. Hann hevði ferðast í Bretlandi og hevði spælið við sær aftur til stórfúrstadømi. Fyrsta felagið gjørdist eisini veruleiki á líknandi hátt, tá Jean Roeder, sum vcar professari í esnkum á Lycée de l’Industrie et du Commerce of Esch-sur-Alzette, í 1890 hevði lisið í Bretlandi og hevði búð har í 11 ár. Tá ið hann vendi heimaftur var hann íðin eftir at deila eldhugan fyri fótbóltsspælinum, men hann fekk lítla ella onga undirtøku, tí spælið var vandamikið, umstøðurnar vánaligar og myndugleikarnir skiltu ikki týdningin. Roeder var kortini so íðin, at hann at enda fekk undirtøku og tann 9. desembur 1906 varð felagið FOLA (Football and Lawtennis Club) stovnað.

Fótbóltsspælið fekk fastatøkur og í 1908 vóru 14 feløg í Luxembourg, sum eisini førdi til, at fótbóltssambandi í Luxembourg varð stovnað.

14 lið í fyrstu landskappingini

Í 1909-10 var fyrstu ferð spælt um meistaraheitið. 14 lið, harímillum 5 eykalið, boðaðu frá luttøku

Hesi 14 liðini boðaðu frá luttóku:

  • Jeunesse Echternach
  • Jeunesse Esch/Alzette
  • Jeunesse Esch/Alzette (eykaliðið)
  • The National Esch/Alzette
  • Union Sportive Hollerich/Bonnevoie
  • Union Sportive Hollerich/Bonnevoie (eykaliðið)
  • Racing Club Luxembourg
  • Racing Club Luxembourg (eykaliðið)
  • Union Sportive Rumelange
  • Union Sportive Rumelange (eykaliðið)
  • Sparta Dudelange 
  • Sparta Dudelange (eykaliðið)
  • Sporting Club Luxembourg 
  • Chiers Rodange 

Meistaraheitið varð avgjørt við einum frásáldingardysti: 6. mai 1910: Racing Club Luxembourg vann 3-2 á US Hollerich/Bonnevoie.

FOLA meldaði seg ikki til fyrr enn í kappingarárinum 1914-15.

Fyrstu landsdystirnir

Fyrsta landsdystin spældi Luxembourg ímóti Fraklandi tann 29 oktober 1911. Frakland vann 4-1. Albert Elter skoraði fyrsta landsliðsmálið hjá Luxembourg. 20. Apríl 1913 møttust liðini aftur og tá vann Frakland 8-0, men tá spældi Jean Massard fyrsta landsdystin. Luxembourg møtti eisini Fraklandi í triðja landsdystinum, men tá bragdaði. Luxembourg vann 5-4 á heimavølli og Jean Massard skoraði fýra av málunum tann 8. februar 1914.

Les eisini...  Maria Skaalum Petersen heldur professarafyrilestur

Liðið hjá Luxembourg: Eugene Didier* (S. C. Differdange), Thomas Schmit* (Union Sportive Hollerich-Bonneweg), Bernard Wirtz* (Sporting Club), Joseph “Josy” Faber (Racing Club), Jean-Pierre Voelker* (Racing Club), Henri Hoffmann* (Sporting Club), Emile Thill (Union Sportive Hollerich-Bonneweg), Jean Massard (C. S. Fola), Zenon Bernard (Sporting Club), Victor Kauth (lðsk – Union Sportive Hollerich-Bonneweg), Auguste Rizzi* (Jeunesse Esch).

*Spældu fyrsta landsdystin.

Góðu úrslitini gjøgnum tíðirnar

Luxembourg vann 5-3 eftir longda leiktíð á Stóra Bretlandi undir OL 1952. Joseph Roller skoraði hattrick.

Glæstriskeiðið mundi vera í 1960-árunum. Tann 8. oktober 1961 vann Luxembourg 4-2 á Portugal. Ady Schmit skoraði hattrick fyri Luxembourg. Eusébio spældi fyrsta landsdystin fyri Portugal og skoraði fyrra málið. Í undankappingini til EM 1964 fekk Luxembourg 2-2 í Amsterdam og vann 2-1 í Rotterdam. Síðani 3-3 og 2-2 ímóti Danmark. Ole Madsen skoraði øll málini hjá Danmark, meðan áðurnevndi Ady Schmit javnaði til 2-2 í ìtróttaparkini.

Luxembourg vann 2-1 á Sveits í 2008, 0-0 ímóti Fraklandi í 2017 og 1-0 á Írlandi. Málskjútti ímóti Írlandi var Gerson Rodrigues, sum tók málmetið og framvegis eigur tað við 21 málum.

Tilnevndir til Ballon d’Or:

  • Louis Pilot í 1967, 1968 og 1969
  • Robert ‘Robby’ Langers í 1989
  • Guy Hellers í 1991

FC Differdange 03

Red Boys Differdange varð stovnað í 1907 sum SC Differdange, men luttók ikki ó landskappingini fyrr enn í 1919. Í 2003 legði Red Boys saman við AS differdange og felagið broytti navn til FC Differdange 03. Felagið hevur vunnið meistaraheitið 7 ferðir (1922-23, 1925-26, 1930-31, 1931-32, 1932-33, 1978-79 og 2023-24). 20 ferðir hevur felagið vunnið steypakappingina í Luxembourg: 1924–25, 1925–26, 1926–27, 1928–29, 1929–30, 1930–31, 1933–34, 1935–36, 1951–52, 1952–53, 1957–58, 1971–72, 1978–79, 1981–82, 1984–85, 2009–10, 2010–11, 2013–14, 2014–15 og 2022–23.

Les eisini...  Munnligir fyrispurningar í Løgtinginum í dag

Liðið hevur 22 útlendingar og ongan landsliðsleikari hjá Luxembourg. Einasti landsliðsleikari er Christian Schoissengeyr, sum spælir við Dominikanska Lýðveldinum.