Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eldur í bili á Skála

– Talan er um ein vanligan persónbil, og ikki ein elbil, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá

Um hálvgum ellivu tíðina í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var í einum persónbili, sum stóð parkeraður við eini í hús á Skála.

Sløkkiliðið kom skjótt á staðið og fekk skjótt tamarhald á eldinum, og ein hálvan tíma seinni var eldurin sløktur.

– Talan er um ein vanligan persónbil, ið stóð parkeraður við Skálavegin, nærhendis Prestá, og ikki ein elbil, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá.

Løgreglan veit ikki, hví eldur kom í bilin, men at eldurin nokk er kyknaður í motorinum.

Bilurin kolaðist upp, men eingin mansskaði stóðst av eldinum.