Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Magne Hoseth og Silas Eyðsteinsson eru bjartskygdir hóast 0-2 tap í Lettlandi

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen siga frá báðum málunum FK Auda skoraði ímóti B36, ið mátti leggja rygg til eitt 0-2 tap í fyrra dystinum í fyrsta undanumfarinum í Conference League undankappingini á útivølli í Riga. Hoyr Trygva taka stutt samanum dystin, og hoyr samrøðurnar hann gjørdi við høvuðsvenjaran, Magna Hoseth og málverjan, Silas Eyðsteinsson. Magne Hoseth er ikki nøgdur við fyrra hálvleik, og 0-2 málið sum kom móti dystarenda, men hann er bjartskygdur um, at B36 kann venda samlaða úrslitinum í Gundadali um eina viku. Silas er eisini bjartskygdur um, at B36 kann vinna ein samlaðan sigur á FK Auda.

Mynd: Trygvi Absalonsen.