Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

NSÍ funnið tveir avloysarar fyri Terzic og Gustafsson

Eftir at Adi Terzic og Konrad Gustafsson hava valt at venda aftur til Svøríkis av persónligum orsøkum, so hevur felagið nú gjørt sáttmála við Yassine El Ouatki og Mirza Mujčić

Eftir 4-0 sigurin hjá NSÍ í stevnudystinum móti 07 Vestri, so kunngjørdi felagið, at miðverjin Adi Terzic og miðvallarin Konrad Gustafsson góvust í felagnum, tí teir vildu sleppa aftur til Svøríkis av persónligum orsøkum.

Men felagið hevur gjørt skjótt av, tí í gjár og í dag kunnger NSÍ, at felagið hevur gjørt sáttmála við ein miðverja og ein miðvallara.

Nýggir í NSÍ eru 30 ára gamli miðverjin Mirza Mujčić og 25 ára gamli miðvallarin Yassine El Ouatki.

Mirza hevur drúgvar royndir sum yrkisspælari. Hann hevur umboðað millum annað GAIS í Svøríki, Vikingur Ólafsvík í Íslandi, Olimpjia Ljubljana í Slovenia og FC Schaffhausen & Xamax Neuchatel í Sveis.

Mirza hevur eisini umboðað Svøríki á ungdómslandsliðum, har er hann skrásettur fyri 16 dystir á U19 landsliðnum.

– Vit fáa ein sera royndan miðverja, sum vil spæla bóltin upp og sum er ein leiðaratýpa. Og so dugir hann at sparka við báðum beinunum. Tað gevur fleiri møguleikar í uppspælinum, sigur NSÍ-venjarin, Jens Wedeborg.

Spælt saman við Mads Borchers
Yassine El Ouatki hevur seinasta árið spælt við Varberg BoIS í bestu svensku deildini, har hann spældi saman við Mads Borchers, sum vit kenna úr HB og 07 Vestri. Varberg flutti niður í næstbestu deildin, og nú eru bæði Mads Borchers og Yassine farnir víðari til onnur feløg.

NSÍ-heimasíðan skrivar, at fraklendingurin kennir eitt sindur til føroyskan fótbólt og gleðir seg til avbjóðingina.

– Talan er um ein vinstrabeintan leikara, ið kann spæla á øllum plássum á tí sentrala miðvøllinum. Yassine hevur gott yvirblikk og er góður á bóltinum. Á hendan hátt kann hann stýra spælinum hjá NSÍ, sigur NSÍ-venjarin.

Les eisini...  Búskaparráðið: Førdi fíggjarpolitikkurin er ikki haldførur

Yassine er uppvaksin í akademinum hjá bæði Le Havre og PSG.  

– Hansara uppaling í fronskum fótbólti, og hansara royndir í bestu svensku deildini, gera at vit fáa ein sera góðan og royndan leikara, ið gevur okkum nógvar møguleikar, sigur høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg, við heimasíðuna hjá felagnum.

NSÍ liggur í løtuni á fjórða plássi í Betri Deildini.