Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sasha spælt flestar ungdómslandsdystir fyri Føroyar

Dysturin í dag var dystur nummar 35 hjá Aleksandar "Sasha" Laćok, ið nú sostatt stendur einsamallur við flestum ungdómslandsdystum

Føroyska U20-landsliðið í hondbólti vann í dag við hangandi hár í fyrsta dystinum í U20 EM-endsaspælinum, tá tað eydnaðist at knúgva Sveis við einum máli, 30-29, eftir at Føroyar vóru á odda í hálvleikinum 21-15.

Dysturin í dag var samstundis dystur nummar 35 hjá Aleksandar “Sasha” Laćok, ið nú hevur spælt flestar dystir á føroysku ungdómslandsliðunum.

Hondbóltssambandið skrivar soleiðis um sjálvan dystin í dag:

Dysturin gekk javnt á fyrstu 15 minuttirnar. Tað gekk væl hjá føroyingunum at fáa mál, og høvdu okkara eitt høgt skoringsprosent í fyrra hálvleiki á 83 prosent. Hinvegin stóð verjan og málverjarnir ikki væl fyrstu løtuna. Sveisar skoraðu so at siga hvørja ferð og vóru ongar bjargingar. Okkara byrjaðu í 5-1 verju, men sýntist hetta at geva ov nógv pláss á bakkunum. Hetta batnaði tó nakað um miðjan hálvleik. Føroyar fóru at verja 6-0 og Torstein Sivertsen kom inn í føroyska málið og hevði nakrar bjargingar. Við hesum komu Føroyar fram um við nøkrum málum, samstundis sum sveisarar eisini gjørdu fleiri villur. Sveisarar royndu um miðjan hálvleik at mansverja Óla Mittún, sum hevði gjørt 5 mál fyrstu 15 minuttirnar, men loystu okkara hetta væl við at spæla 7-6. Aleksandar Lacok kom innaftur í føroyska málið og bjargaði hann eisini tveimum brotskøstum. Føroyar fóru til hálvleiks frammanfyri 21-15.

Dysturin var ein heilt annar í seinna hálvleiki. Tað gekk heilt illa at fáa mál, og fingu okkara bert 9 mál, í mun til tey 21, í fyrra. Verjan hjá Sveis stóð nakað betri, samstundis sum okkara brendu og brendu á sveisiska málverjan, sum spældi seg heitan. Ov nógvir satsaðir bóltar vóru tveittir inn á strikuna, sum sveisarar fangaðu og gav hetta skjót mál í hinum endanum. Okkara royndi at spæla 7 móti 6 í álopinum, men tók hetta eisini ferðina úr føroyska álopsspælinum, har okkara veruliga stríddust. Føroyska verjan stóð tó í løtum væl, og átti Torstein Sivertsein, í føroyska málinum, eisini sín stóra leiklut í at Føroyar hórðaðu undan. Sveisar hálaðu inn allan hálvleikin og javnaðu tveir minuttir fyri tíð. Tíbetur skoraði Trúgvi Hávardsson í seinasta minuttinum og verjan stóð ímóti seinasta álopinum hjá Sveis, har Aleksandar Lacok eisini tók seinasta, pressaða skotið hjá Sveis. Føroyar vunnu 30-29, sum kann vísa seg at blíva ein týdningarmikil sigur í kappingini um at vinna pláss til HM næsta summar.

Eftir dystin var Óli Mittún kosin besti leikari hjá Føroyum. Næsti dystur hjá Føroyum verður í morgin móti Fraklandi. Hesin dysturin byrjar kl. 15.40 og kann stroymast her: Start | handball-globe.tv

Dystarskrá, úrslit o.a. frá U20 EM-endaspælinum síggjast her: M20 EHF EURO 2024 Slovenia (eurohandball.com)

Dystargongdin Føroyar – Sveis:
5 min. 4-3
10 min. 6-7
15. min. 11-9
20 min. 15-12
25 min. 19-13
30 min. 21-15
35 min. 23-18
40 min. 24-21
45 min. 25-22
50 min. 26-24
55 min. 29-28
60 min. 30-29

Málskjúttar hjá Føroyum:

Óli Mittún 8 (1)
Trygvi Hávardsson 5
Jákup Egholm 4
Niklas Gaard 4
Høgni Højsted 3
Ísak Vedelsbøl 2
Rókur Ziskason 2
Høgni Heinason 1
Helgi Poulsen 1

Málverjar:
Aleksandar Lacok 20 min. 3 bjargingar 22%
Torstein Sivertsen 40 min. 10 bjargingar 42%

Les eisini...  HM: Føroyar vunnu 34-27 (18-14) á Norðurmakedonia

Samlaðu U-Landsliðshagtølini kunnu síggjast her: https://handballstatz.com/all-time-u-landslid-menn/