Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Borgarstjórin hevur góðar vónir

Hóast FK Liepaja hevur knýtt 11-12 spælarar í hópin undan evropeisku dystunum, so vónar borgarstjórin í Eysturkommunu, at Víkingur hevur ein lítlan fyrimun í hesari uppgerðini, av tí at liðið er meira samanspælt

Borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, hevur notið góða veðrið í Liepaja saman við umleið 40 Víkingafjepparum, og hann er bæði spentur og hevur góðar vónir til dystin í dag.

– Man hevur altíð góðar vónir. Hyggja vit eftir stigatalvunum, so eru vit ovast og teir eru niðast. Hóast teir hava fingið nógvar nýggjar spælarar, so er víkingaliðið meira samanspælt enn lettiska liðið, sigur borgarstjórin í Eysturkommunu.

Hoyr samrøðu við Per Martin Gregersen her: