Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hans Jacob gleðir seg til dystin

Eysturoyarportalurin er eisini til staðar í Lettlandi. Hans Jacob í Líknargøtu, sum rekur portalin, gleðir seg til dystin hjá Víkingi

Hóast drúgva ferð til Lettlands, so hava víkingaviðhaldsfólk hugna sær í Liepaja, sum liggur við vesturstrondina í baltiska landinum.

Eysturoyarportalurin er við á ferðini, og umboðið fyri portalin, Hans Jacob í Líknargøtu, gleðir seg til dystin í dag.

– Eg eri altíð optimistiskur. Tað gongur væl hjá Víkingi, og vit hava nokkso góðar vónir í Eysturkommunu, sigur Hans Jacob.

Hoyr samrøðu við Hans Jacob í Líknargøtu her:

Umleið 40 Víkingafjepparar eru við á ferðini í Lettlandi (Mynd: Eysturoyarportalurin)