Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen siga frá báðum málunum, ið vóru skotin í 1-1 javnleikinum millum Liepaja og Víking í fyrra dystinum í Conference League undankappingardystinum í Lettlandi. Hoyr málskjúttan. Poul Kallsberg í samrøðu við Trygva seta orð á vakra lobbmálið til 1-0, og hoyr samrøðuna Trygvi gjørdi við feðgarnar, Atla Gregersen og Atla Nóa Atlason, ið hava sett met og eru fyrstu feðgar at spæla 36 kappingardystir saman fyri eitt lið í einum FIFA-limalandi. Gamla metið áttu feðgarnir, Jákup N. Mikkelsen og Poul N. Mikkelsen hjá ÍF, sum spældu 35 dystir saman við ÍF í 2013 og 2014.
Mynd: Trygvi Absalonsen.