Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Maður funnin deyður við Landsbókasavnið

Økið er sperrað av, meðan løgreglan kannar málið

Klokkan hálvgum tíggju í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein deyður maður varð funnin beint norðanfyri Landsbókasavnið.

Løgreglan hevur sperrað økið av, og kannar nú málið, men fyribils kanningar vísa, at einki revsivert misbrot er hent í samband við andlátið.

Talan er um ein eldri mann, sum er funnin, og tey avvarðandi eru kunnaði um hetta, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá.