Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ógvisligt bilóhapp við rundkoyringina til Norðskálatunnilin

Lukkutíð hendi eingin nevniverdur mansskaði

Nakað yvir klokkan tvey í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt bilóhapp var hent við rundkoyringina til Norðskálatunnilin.

Løgreglan hevur illgruna um, at ov nógv ferð hevur verið orsøkin til óhappið.

Bilurin kom koyrandi suðureftir, men kláraði ikki at taka svingið í rundkoyringini, tók í helluna og fór einar 100 metrar eftir vegnum til Eiðis.

Tvey ung fólk vóru í bilinum, men lukkutíð gjørdi trygdarútgerðin í bilinum sína skyldu, so eingin mansskaði hendi av óhappinum, men vaktleiðarin hjá Føroya Politi greiðir frá, at ungu fólkini vóru nakað eym í kroppinum eftir bilóhappið, og vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.

Bilurin fekk stóran materiellan skaða.