Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Flottur føroyskur arbeiðssigur móti Montenegro

Framúr liðavrik frá føroysku kvinnunum hevði við sær, at kvinnulandsliðið vann 2-1 móti Montenegro á Tórsvølli

Føroysku kvinnurnar fegnast á Tórsvølli, og tað hava tær alla orsøk til.

Kvinnulandsliðið hevur júst vunnið ein flottan 2-1 arbeiðssigur móti annað toppliðnum í bólkinum Montenegro í sólskininum á Tórsvølli í dag.

Øll málini komu í fyrra hálvleiki, har føroyska spælið sá heilt gott út til tíðir. Í seinna hálvleiki hevði føroyska liðið nakrar málmøguleikar, men tað snúði seg fyri tað mesta at arbeiða hart fyri at verja borg og fáa úrslitið í hús, og tað eydnaðist.

Føroyar løgdu seg á odda í 19. minutti, tá aldurforsetakvinnan á føroyska liðnum, Heidi Sevdal, byrjaði veitsluna við góðum langskoti, tá hon, frá brotsteigarmarkinum í vinstru, smekkaði bóltin í handara málhorn.

Føroysku kvinnurnar fingu armarnar skjótt niður aftur, tá Montenegro svaraði aftur tríggjar minuttir seinni, tá stórspælarin hjá Montenegro, eftir hornaspark, fekk prikað bóltin inn í føroyska málið.

Men føroysku kvinnurnar fullu ikki í fátt, og var málið hjá Heidi gott, so var málið Jensu Tórolvsdóttir framúr, tá hon úr 30 metrum smekkaði bóltin í málið, og so var 2-1 til Føroyar.

Í seinna hálvleiki høvdu bæði liðini nakrar málmøguleikar, men so við og við fingu kvinnurnar úr Montenegro yvirvág í spæli og møguleikum, men við framúr arbeiðsinnsatsi frá føroysku kvinnunum, har tær ikki smæddust at gera neyðugu fríspørkini, ið tóktist órógva rytmuna hjá Montenegro, so eydnaðist tað at arbeiða sigurin heim.

Endaliga úrslitið gjørdist sostatt 2-1 til føroysku kvinnurnar, sum kunnu feira tað eina løtu í dag, áðrenn farið verður undir drúgvu ferðina til Andorra.

EM-undankapping, deild C – bólkur B
Føroyar
 – Montenegro (2-1)
19′ Heidi Sevdal 1-0
22′ Armisa Kuc 1-1
32′ Jensa Tórolvsdóttir 2-1

Les eisini...  Samrøða við Herborg L. Johannesen serlækna í diabetes

Føroyar (5-3-2): Valborg Østerø – Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Tórunn Joensen, Birita Ryan, Sunniva Willemoes og Lea Lisberg – Eyðvør Klakstein, Sanna Svarvadal, Fridrikka Clementsen – Heidi Sevdal, Ásla Johannesen (L)