Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyingar bíða enn eftir MobilePay

Gjaldstænastan MobilePay riggar í Danmark, Noregi, Finnlandi og í Grønlandi, men enn riggar hon ikki í Føroyum. Føroysku telefyritøkurnar siga, at tøkniliga er tað eingin forðing at fáa MobilePay at virka í Føroyum. Føroya Banki bíðar eftir útspæli frá MobilePay, so Føroyar kunnu knýtast í Vipps MobilePay-skipanina, ið er galdandi fyri Norðurlond

– Okkara størsta ynski er, at okur eisini fáa MobilePay her í Føroyum. Okur eru sera áhugaði í at fáa hesa tænastu í Føroyum eisini. Lat ongan iva vera um tað.

Tað sigur rakstrarstjórin í Føroya Banka, Brian Smedemark, tá spurt verður, hvussu tað gongur hjá Føroya Banka, sum arbeiðir við felagsloysn fyri føroysku bankarnar, at fáa donsku gjaldstænastuna, sum eisini er galdandi í Norra, Finnlandi og í Grønlandi, at virka í Føroyum eisini.

– Okur høvdu ein fund við MobilePay so seint sum fyri tveimum vikum síðan. MobilePay arbeiðir við at víðka um sítt virksemi her í Norðurlondum, so okur hava eitt ynski og bíða faktiskt eftir einum útspæli frá MobilePay, so Føroyar kunnu knýtast í Vipps MobilePay-skipanina, sigur rakstrarstjórin í Føroya Banka.

Tann 12. mars í ár var MobilePay-gjaldstænastan dagførd til Vipps MobilePay, so hon nú eisini er galdandi fyri Norra og Finnland, og harvið eru tað nú 11,5 milliónir brúkarar, sum hava appina. Í heyst verður Svøríki væntandi eisini knýtt at gjaldstænastuni, sum eisini hevur virkað í Grønlandi síðan 2020.

Knýta grønlendsk telefonnummar at einum donskum
Ein av forðingunum, hví MobilePay ikki er komið til Føroya enn hevur verið, at tøkniliga hevur tað ikki verið møguligt at knýta eitt føroyskt telefonnummar til donsku appina, men í august í 2020 fór gjaldstænastan at virka í Grønlandi, tá Telefyritøkan í Grønlandi, Tusass – við Kristiani Reinert Davidsen sum stjóra – fann eina loysn, so grønlendsk telefonnummar kundu verða knýtt til eitt danskt telefonnummar.

– Tøkniliga er tað eingin forðing, at vit gera tað sama í Føroyum, sigur Kristian Reinert Davidsen, sum nú aftur er stjóri í Føroya Tele, og hann fær eisini undirtøku frá stjóranum í Nema.

Les eisini...  5G letur bíða eftir sær

– Vit eru til reiðar at knýta okkara kundar til eitt danskt telefonnummar, so MobilePay eisini kann virka her, sigur Gudny Langaard.

Danskt MitID
Hóast tøkniliga forðingin viðvíkjandi donsk telefonnummur tykist vera burtur, so hevur ein forðing verið, at gjaldstænastan er gjørd til danska MitID, ið eisini er galdandi í Grønlandi, men ikki er galdandi í Føroyum.

– Í Føroyum hava okur Samleikan, ið er okkara talgilda undirskrift, men við nýggja Vipps MobilePay, sum er galdandi fyri Norðurlond, so hevði tað verið upplagt, at MobilePay gjørdi tað møguligt at knýta Samleikan til gjaldstænastuna, so hon eisini fer at virka her í Føroyum, men tað arbeiða okur víðari við. Kanska verður okkurt at frætta um hetta seinni í heyst, sigur rakstrarstjórin í Føroya Banka, Brian Smedemark.

MobilePay varð innført í Danmark í 2013 sum ein loysn til danir, ið vildu flyta pening til hvønn annan, uttan at skula rita inn á netbankan.

Í dag brúk níggju av tíggju snildfonum í Danmark appina, men við nýggju dagførdu útgávuni eru umleið 11,5 milliónir brúkarar í Norðurlondum knýtt at gjaldstænastuni.

Kort, sum kunnu nýtast til MobilePay eru VisaDankort, Dankort og Mastercard.