– Hetta verður tann størsta uppgávan í øllum mínum árum, har eg havi verið ímóti hvalaveiðu í heimsins høvum.
Tað sigur Paul Watson í nýggjum videobroti, sum felagsskapur hansara, Captain Paul Watson Foundation, hevur deilt við sínar fylgjarar.
Í alt vár og summar hevði felagsskapurin annars fyrireika skipið John Paul DeJoria til at mótmæla hvalaveiðu í Íslandi, Noregi og eisini í Føroyum, men tað hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá felagsskapinum.
Íslendska hvalaveiðan er útsett til óásetta tíð, og so er Paul Watson bangin fyri, at flaggið verður strikað, kemur John Paul DeJoria í føroyskt sjóøki, eins og tað hendi í fjør.
Tí er fokus nú rættað ímóti nýggja hvalaveiðiskipinum hjá Japan, Kangei Maru.
– Við einum spildurnýggjum langtrøkkandi verksmiðjuskipi fyri 50 milliónir dollarar, so hevur Japan helst ikki hava tørv á at innflyta hvalatvøst úr Íslandi í framtíðini. Nýggja verksmiðjuskipið hjá Japan, Kangei Maru, má ikki sleppa aftur at veiða hval á opnum havi, sigur skiparin á John Paul DeJoria, Locky MacLean, við írska miðilin, Irish Mirror.
Vandamikil farleið
John Paul DeJoria hevur ligið í Dublin í Írlandi seinastu tvær vikurnar, tí so skuldi tað vera, sambært felagsskapinum, skjótt at sigla til Íslands, men nú skal skipið siglast til Kyrrahavið, har felagsskapurin hevur valt at sigla gjøgnum útnyrðingsleiðina (The Northwest Passage), tí hetta er stytsta leiðin í Kyrrahavið.
Trupla farleiðin strekkir seg frá Baffin Bay, vestan fyri Grønland, til Beaufort-havið, norðan fyri Alaska.
– Tað eru bert 262 skip, ið hava siglt alla hesa farleiðina í einum, sigur Paul Watson við Irish Mirror.
Enn liggur John Paul DeJoria við bryggju í Dublin, so tað er óvist, nær skipið fer avstað ella hvussu leingi tað tekur at sigla úr Írlandi til Kyrrahavið gjøgnum útnyrðingsleiðina.