Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Trump raktur av skoti

Vardur av trygdarvaktum er Trump nú komin til New York

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, og nnúverandi forsetavalevni, var í nátt raktur av einum skoti, men hevur tað gott .

Hendingion fór fram á einum veljarafundi í statinum Pennsylvania. Ein maður skeyt og rakti Donald Trump leysstliga í oyra, men ein ájoyrari var raktur og doyði av skotinum.

Maðurin, sum skeyt, er sjálvur skotin til deyðis av trygdarfólkunum kring Trump-

Hedndingin hevur skelkað USA. Fyribils siga myndugleikarnir, at talan var um eina hending, sum skotmaðurin sjálvur stóð aftanfyri og at ikki verður hildið, at hetta var ein samskipa hending av nøkrum slag.

Amerikanski forsetin Joe Bidden var heima við hús í Delaware, tá isð tað hendi, men hann fór beinanvegin við flogfari til Washington, har hann lendi tíðliga í morgun okkara tíð.

Amerikanskir miðlar siga, at Donald Trump er á veg til Trump Tower í New York. Hann hevur tað fysiskt OK, men er sjálvandi skelkaður av hendingini.