Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

AIK: Vit samráðast við Mikkjal

Svenska felagið váttar, at AIK er í samráðingum við føroyska venjaran

AIK váttar nú, at felagið er í samráðingum við Mikkkjali Thomassen sum nýggjan høvuðsvenjara hjá AIK.

– Tað er rætt, at vit eru í samráðingum um møguliga setan av Mikkkjali Thomassen sum nýggjan høvuðsvenjara hjá AIK. Eg kann ikki viðmerkja meira enn tað í løtuni, sigur ítróttarstjórin hjá AIK Fotboll, Thomas Berntsen, við heimasíðu felagsins.