Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jóannes takkar Mikkjali fyri tíðina saman

– Tú hevur verið ein sentralur maður í mínum lívi, sigur klaksvíkingurin í Fredrikstad, Jóannes Bjartalíð

– Næstan tíggju ár síðan, at tú bjóðaði mær til ein kaffimunn og spurdi meg, um eg hevði hug at geva fótbóltinum ein kjans afturat. Í tíggju ár hevur tú verið venjari hjá mær, men eisini ein rættuliga sentralur maður í mínum lívi. Takk fyri alt, ið tú hevur gjørt fyri meg, Mikkjal! Eviga takknemmiligur fyri alt!

Soleiðis skrivar Jóannes Bjartalíð í dagføring á Instagram í dag, eftir at tað gjørdist greitt, at Mikkjal Thomassen fór úr sínum starvi í Fredrikstad, og er nú í samráðingum við svenska felagið AIK.

Í samrøðum við bæði føroyskar og norskar miðlar hevur Jóannes Bjartalíð greitt frá, hvussu nógv Mikkjal hevur hjálpt honum, tá ið hann var í svárum trupulleikum vegna alkohol, men eftir langar samrøður við millum annað Mikkjal Thomassen, so fekk Jóannes hjálp til at koma á føtur aftur, og fekk eisini gleðina at spæla fótbólt aftur.

Sambært Fredrikstad Blad, so fekk Jóannes Bjartalíð boðini í gjárkvøldið, áðrenn restina av hópinum hjá Fredrikstad fingu boðini í morgun.

Miðilin heldur ikki, at Jóannes Bjartalíð í løtuni er ein spælari, sum Mikkjal kundi funnið upp á at tikið við sær til Allsvenskan av tí, at klaksvíkingurin ikki hevur spælt so nógv í ár, og manglar at prógva sítt virði í norsku Tippeliga´ini.

Tað verður heldur ikki roknað við, at nakar í venjaratoyminum í Fredrikstad fylgir við Mikkjali til Stokkhólm, tó so, so vísir miðilin á, at fysiski venjarin, sum Mikkjal hevði í KÍ og tók við sær til Fredrikstad, Elisabet Vang, kann enda í AIK.

Les eisini...  Bjartalíð um uppflytingina: Hetta er óbeskriviligt

Roknað verður við, at Mikkjal Thomassen skrivar undir við AIK ein av komandi døgunum, og sambært Fredrikstad Blad, so byrjar Mikkjal at venja AIK longu mikudagin.

– Góða eydnu víðari á leiðini. Hetta er bert eitt fet á leiðini víðari til nakað størri, skrivar Jóannes Bjartalíð.