Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mikkjal Thomassen fer úr Fredrikstad

Fer ístaðin til svenskan fótbólt

Mikkjal Thomassen er ikki longur venjari í Fredrikstad.

Sambært norska TV2, so er Mikkjal keyptur leysur úr sínum sáttmála av svenska felagnum AIK, sum svenska Expressen eisini skrivar um.

Ítróttarstjórin í Fredrikstad, Joacim Heier, váttar fyri TV 2, at Thomassen er keyptur leysur av sáttmálanum av einum øðrum felag.

– Vit hava fingið eina avtalu, sum vit eru nøgd við. Vit hava verið varug við áhugan í eina tíð, og tað er eitt sindur sum eg havi sagt áður: Eitthvørt felag í Skandinavia eigur at hava Mikkjal á sínum lista, sigur Heier við TV2 Norra.

Hann takkar føroyska venjaranum fyri innsatsin.

– Tað er sjáldsamt, at tú tekur so ókendar, men tó so tryggar avgerðir, sum tá vit settu Mikkjal í starv. Vit fingu ein høvuðsvenjara, sum hevur verið við til at realisera venjingarmenningina og standardin, sum vit ynsktu, at FFK skuldi standa fyri, sigur Heier.

Hjálparvenjarin Andreas Hagen tekur nú við sum fyribils høvuðsvenjari í FFK.

AIK liggur nummar 12 av 16 liðum í Allsvenskan.