Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sjónvarpsparið fegnast: Nú er húsið selt

Sunnvá og Martin Dahl Høgfeldt hava selt síni hús, sum tey vunnu í sendingini “Nybyggerne”

Sunnvá og Martin Dahl Høgfeldt, sum vunnu eini hús í sendingini “Nybyggerne” í 2020, men sum settu húsini til sølu í august í fjør, hava nú selt tey.

Tað skrivar Sunnvá Dahl Høgfeldt í einum uppslagi á Instagram. Í einum boðum til Ekstra Blaðið skrivar hon, at hjúnini eru fegin um, at tey nú kunnu fáa síni ting til Føroya.

— Tað kennist ordiliga deiligt at loksins enda hetta kapitlið. Vit hava elskað at búð í Danmark og í Silkeborg, og vit elska veruliga heimið, sum vit hava skapt har,’ stendur at lesa í boðunum.

Ikki er greitt, hvussu nógv húsini eru selt fyri, men tá tey vórðu sett til sølu var prísurin 3.195.000 krónur. Sambært sølutilfarinum so eru húsini 129 fermetrar til støddar.

Flutt til Føroya
Hjúnini gjørdu í fjør summar av at flyta aftur til Føroyar. Og tað var í hesum sambandi, at húsini í Silkeborg vórðu sett til sølu.

“Vit hava sett okkara hús til sølu. Eftir at vit blivu foreldur, øktist okkara heimlongsul til Føroya og familjuna, og vit hava tí tikið avgerð um at flyta aftur til Føroyar”, skrivaði Sunnvá í einum uppslagi á Instagram tá.

Sunnvá og Martin gjørdust foreldur fyri fyrstu ferð í 2022.

Nýggjan kapittul
Í Instagram-uppslagnum sigur Sunnvá við Dahl Høgfeldt, at keypssáttmálin er undirskrivaður, og at iðranarfreistin er farin.

“Mánadagin (í dag, jour.) ferðast vit til Danmarkar at tøma húsið og flyta alt okkara innbúgv til Føroya,’ skrivar hon og heldur fram:

“Vit gera eisini klárt til at flyta inn í okkara hús í Føroyum, so tíðarætlanin kundi ikki verið betri. Vit lata ein kapittul aftur og byrja ein nýggjan”, skrivar hon.