Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mikkjal kunngjørdur í AIK

Partarnir eru vorðnir samdir um ein sáttmála, ið er galdandi til 31. desember í 2026

AIK kunnger á heimasíðu sínari, at felagið hevur gjørt sáttmála við 48 ára gamla Mikkjal Thomassen sum nýggjan høvuðsvenjari hjá mansliðnum hjá felagnum. Sáttmálin millum partarnar er galdandi til 31. desember 2026

– Eg komi til hetta stolta felagið at stríðast og arbeiða hart! Stríðast fyri felagsmerkið, fyri viðhaldsfólkini, fyri spælararnar. Fyri at vinna tykkara álit og virðing! Eg gleði meg at hitta mínar nýggju starvsfelagar á Karlbergi, sigur Mikkkjal Thomassen við heimasíðuna.

Mikkjal Thomassen hevur skrivað undir sáttmála í dag, og byrjar beinanvegin í felagnum, har hann skal hava sína fyrstu venjing á Karlberg nú hósdagin.

Felagið skrivar eisini um ta ferðina, tá KÍ og AIK hittust í evropeiskum dysti tann 29. juni í 2017, har Mikkjal Thomassen og KÍ gjørdu tað torført fyri AIK í Gundadali frammanfyri 1.374 áskoðarum, har dysturin endaði við einum 0–0 javnleiki.

Í seinna dystinum á Friends Arena í Solna vann AIK 5-0 frammanfyri 6.257 áskoðarum.