Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nógv fólk venda sær til DR eftir sexismudokumentar

Tað eru fleiri, ið vilja greiða frá sínum upplivingum í tónleikavinnuni

Tað hava verið meira enn hundrað fólk, sum hava vent sær til DR, ið vilja greiða frá sínum ringu upplivingum í tónleikavinnuni, eftir at heimildarfilmin ‘Sexisme i musikbranchen’ varð vístur í donskum sjónvarpi.

Tað upplýsir DR fyri Berlingske.

Eisini danska tónleikarafelagið og framleiðslufyritøkan Impact TV, sum hevur gjørt heimildarfilmin, hava eisini fingið nógvar fyrispurningar frá kvinnum, ið vilja siga sína søgu.

Sambært framleiðaranum av heimildarfilminum, Ole Tornbjerg, fevna søgurnar um alt frá einum sexistiskum tóna til beinleiðis misnýtslu.

Hóast hetta ikki er positivt í sjálvum sær, so fegnast ein leiðari um, at fólk eru sinnaði at siga frá sínum upplivingum.

– Hol er komin á svullin, og tað er heilt fantastiskt. Brádliga eru fólk farin at tosa um hetta, og tey vilja eisini deila sínar upplivingar, sigur Thomas Sandberg, leiðari í danska tónleikarafelagnum, DMF, við Berlingske.

Dokumentarurin varð vístur á DR fyrst í juni, eftir at Martin Brygmann hevði roynt at steðga heimildarfilminum. Tað var faktiskt ætlanin hjá DR, at heimildarfilmurin og søgurnar ikki skuldu snúgva seg um einstaklingar, sum hava borið seg óhóskandi at, men heldur hava fokus á tónleikavinnuna.

“Talan er ikki um einstaklingar ella einstakar sakir. Trupulleikin er nógv breiðari enn so, og røkkur nógv longur út, enn gerðir hjá einum einstaklingi,” segði Thomas Falbe, ábyrgdarstjóri á DR Nyheder, við Journalisten í juni í ár.

Men tá bæði Martin Brygmann og Claes Antonson valdu at skriva sína síðu av søguni á sosialum pallum, so valdi DR at koma við nøvnunum á teimum báðum allíkavæl.