Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Wordfeud stovnarin hevur forvunnið 260 milliónir krónur av spælinum

Maðurin handan vælumtókta fartelefonspælið, Håkon Bertheussen, forvinnur framvegis stórar peningaupphæddir av spælinum, sum hann skapti í 2010

Ársúrslitið fyri 2023 vísir, at felagið hjá Wordfeud mennarinum, Bertheussen IT, forvann 57,2 milliónir norskar krónur í fjør.

Tað skrivar norski miðilin E24.

Síðan 2012 hevur Håkon Bertheussen forvunnið 411 milliónir norskar krónur – ella 260 milliónir krónur í okkara peningi – av sínum eydnuspælið, sum Bertheussen menti í 2010.

Umsetningurin í fjør var umleið 80 milliónir norskar krónur. Inntøkurnar í felagnum toppaðu í koronaárunum 2020 og 2021, tá felagið hevði eitt avlop upp á yvir 90 milliónir norskar krónur.

Wordfeud er eitt orðaspæl, sum kann spælast á snildfonum, og snýr seg um at brúka bókstavir til at gera orð og fáa stig, meðan tú kappast við aðrar spælarar. Spælið fæst í løtuni á tíggju málum.

Seinastu árini er alt úrslitið latið sum vinningsbýti til eigarafelagið, Bertheussen Invest.