Ársúrslitið fyri 2023 vísir, at felagið hjá Wordfeud mennarinum, Bertheussen IT, forvann 57,2 milliónir norskar krónur í fjør.
Tað skrivar norski miðilin E24.
Síðan 2012 hevur Håkon Bertheussen forvunnið 411 milliónir norskar krónur – ella 260 milliónir krónur í okkara peningi – av sínum eydnuspælið, sum Bertheussen menti í 2010.
Umsetningurin í fjør var umleið 80 milliónir norskar krónur. Inntøkurnar í felagnum toppaðu í koronaárunum 2020 og 2021, tá felagið hevði eitt avlop upp á yvir 90 milliónir norskar krónur.
Wordfeud er eitt orðaspæl, sum kann spælast á snildfonum, og snýr seg um at brúka bókstavir til at gera orð og fáa stig, meðan tú kappast við aðrar spælarar. Spælið fæst í løtuni á tíggju málum.
Seinastu árini er alt úrslitið latið sum vinningsbýti til eigarafelagið, Bertheussen Invest.