Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36-forkvinnan er varin optimist undan dystinum móti FK Auda

Í kvøld klokkan 18 byrjar seinni dysturin í fyrsta undanumfarinum í Conference League millum B36 og FK Auda á Tórsvølli. FK Auda vann fyrra dystin 2-0, og tí verður talan um torføra uppgávu hjá B36 at vinna seg víðari.

Í tíðindasendingini klokkan 12 prátaði Árni Gregersen við forkvinnuna í B36, Maritu Debess Magnussen, ið er ein varin optimist undan dystinum móti FK Auda:

Rúni á Reynatrøð sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Viðmerkjari verður Ronnie Thomassen. Sendingin byrjar klokkan 17.50.