Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrrverandi NSÍ spælari til 07 Vestur

Hann hevur spælt í íslendskum fótbólti seinnu árini, men vendir nú aftur til Føroya

Frá Vestri til 07 Vestur.

07 Vestur kunnger, at felagið hevur gjørt sáttmála við fyrrverandi NSÍ-spælaran Mikkel Jakobsen.

Hann hevur ikki havt sáttmála við nakað lið seinasta hálva árið, men spældi áðrenn tað við íslendska liðnum Vestri.

Mikkel Jakobsen er kent andlit í Føroyum. Hann spældi við NSÍ kappingarárið 2021. Hann fór tá til Íslands at spæla fótbólt. Hann hevur spælt við Leiknir og Vestri í Íslandi.

Leiknir fekk í 2022 tríggjar spælarar í sín hóp, ið høvdu spælt í Føroyum, men tað gekk ikki eftir vild, tí Leiknir flutti niður hetta kappingarárið.

Mikkel Dahl, Brynjar Hlöðversson og Mikkel Jakobsen, tá teir skulu fáa Leiknir longur fram á leið (Mynd: Leiknir)

Mikkel Jakobsen byrjaði sína yrkisleið, tá ið hann fekk sáttmála við akademiið hjá FC Midtjylland. Har var hann, til hann skifti til Ringkøbing IF í 2020. Hann hevur eisini spælt við Kolding IF.

Mikkel er offensivur miðvallari, sum fyri tað mesta hevur spælt vinstrumegin á miðjuni.

Hann hevur spælt 62 dystir í næst- og triðbestu deildini í Danmark, 42 dystir í bestu og næstbestu deildini í Íslandi og 26 dysti í Betri- deildini í Føroyum, og hevur eisini umboðað U16-liðið hjá Danmark.

– Vit ynskja Mikkel hjartaliga vælkomnum til 07 Vestur, skrivar felagsliðið í Vágum.