Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kaj Dam var heimildarmaður hjá FM1 í Luksemborg: Eitt ótrúligt verjuavrik hjá KÍ

Hoyr heimildarmannin hjá FM1 niðri í Luksemborg, Kaj Dam í samrøðu við Hera Simonsen seta orð á bragdið hjá KÍ, sum í torførum umstøðum, einum tungum grasvølli og í nógvum hita megnaði javnleik 0-0, og harvið ein samlaðan 2-0 sigur á Differdange, umframt at skaffa føroyska UEFA roknskapinum stig. Kaj staðfestir eitt ótrúligt verjuavrik hjá KÍ, og nú fara tey í KÍ við góðum treysti í holt við at fyrireika seg til dystin móti Malmö FF á útivølli komandi týskvøld.