Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

KÍ-formaðurin er vónríkur um ein samlaðan sigur á Differdange

Klokkan 18 í kvøld skal KÍ royna at verja 2-0 leiðsluna teir hava frá fyrra dystinum í fyrsta undanumfarinum í Champions League undankappingini. Mótstøðuliðið er Differdange niðri í Luksemborg.

Árni Gregersen prátaði við formannin í KÍ, Tummas Lervig í tíðindasendingini klokkan 15.

Tummas er vónríkur um ein samlaðan sigur á Differdange:

FM1 hevur Kaj Dam hjá KÍ sum heimildarmann til dystin millum Differdange og KÍ í Luksemborg, meðan sagt verður beinleiðis frá dystinum millum B36 og FK Auda á Tórsvølli.