Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Odmar: Okkara ætlan helt til fulnar

KÍ er víðari til næsta umfar í Champions League undankappingini. Odmar Færø visti, at tað fór at verða torført móti Differdange í dag, og er glaður fyri innsatsin hjá KÍ í dag

– Okkara ætlan helt til fulnar. Differdange er eitt gott lið, sum spælir góðan fótbólt, og tí er eri sera glaður fyri, at vit eru komnir víðari til næsta umfar.

Tað sigur miðverjin hjá KÍ, sum varð skiftur inn í 78. minuttir, Odmar Færø, við RTL Luksemburg, sum vísti dystin.

Eins og í dystinum við Djúpumýrar í síðstu viku, so var tað Differdange, ið hevði bóltin nógv meira enn KÍ, og liðið kom eisini til nakrar møguleikar, men KÍ ongan veruligan málmøguleika hevði í øllum dystinum.

Fortreytirnar broyttust fyri heimaliðið eftir at 35. minuttir vóru spældir av dystinum, tá miðverjin hjá Differdange Juan Bedouret takklaði Páll Klettskarða aftanífrá við knubbinum fremst, og eftir VAR-kanning, so bleiv gula kortið broytt til reytt kort.

Hetta fekk KÍ tó ikki gagnnýtt, tí tað var heimaliðið, sum helt fram at hava yvirvág í spæli og málmøguleikum. Men KÍ vardi borg, og er tí víðari til næsta umfar móti Malmø FF.

– Tað var torført fyri okkum, men tað vistu vit gott, at tað fór at blíva. Eins og á útivøll høvdu fleiri málmøguleikar enn KÍ, men reyða kortið bleiv avgerandi fyri okkum, tí tá gjørdist tað enn tyngri, sigur Diogo Silva við RTL Luksemburg.