Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Beinleiðis á FM1 frá klokkan 18.45: Víkingur-Liepaja

Klokkan 19 í kvøld byrjar seinni dysturin í fyrsta undanumfarinum í Conference League millum Víking og Liepaja á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. Fyrri dysturin í Lettlandi endaði við javnleiki 1-1, og tí hevur Vìkingur góðan møguleika at vinna seg víðari. Rúni á Reynatrøð sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Viðmerkjari verður Gert Hansen. Sendingin byrjar klokkan 18.45.