FIFA, altjóða fótbóltssamgongan, hevur í dag kunngjørt nýggjasta styrkislistan. Føroyar eru farnar eitt pláss upp á listanum – frá 139. plássi til nummar 138.
Hóast Føroyar bert hava spælt tveir venjingardystir, við sigri móti Liktinstein og tap fyri Danmark, og tikið lut í Baltic Cup, har Føroyar taptu fyri bæði Estlandi og Lettlandi, so telur sigurin móti Liktinstein kanska eitt sindur upp í samlaða roknistykkinum, hóast Føroyar samlað hava sama stigatal á styrkislistanum hjá FIFA, eins og í farna mánað, 1.093,7 stig.
Verður hugt eftir gongdini seinastu fimm árini, so hevur kurvan mestsum bara peika ein veg, niðureftir.
Frá september til november í 2020 lógu Føroyar á 107. plássi á listanum, men síðan tá. Í august í 2021 lógu vit á 114. plássi, í august í 2022 á einum 125. plássi, í juli í fjør sum nummar 129 og nú nummar 138.
Nøkur fá upplop hava verið seinastu árini. Frá august í 2022 til oktober sama ár fóru Føroyar frá 125. plássi til 122. pláss, eftir at Føroyar vunnu 2-1 móti Turkalandi seinast í september hetta árið. Og frá februar í ár til apríl fóru Føroyar frá 135. plássi til 133. pláss og so nú frá 139 til 138. pláss.
Topp tíggju-listin sær soleiðis út: